Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á eini sendistovu. Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóða felagsskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningum og leita eftir upplýsingum.
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um útbúgvingarstovnurin góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgvingini.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.
Starvsstaðurin er á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík ella Tel Aviv.
Sendistovurnar eru skipanarliga partur av Uttanríkistænastuni, ið er deild í Uttanríkis - og mentamálaráðnum.
Gev gætur, at tað ikki altíð ber til hjá øllum sendistovunum at taka inn starvslesandi.
Starvslesandi
"Eitt fantastiskt hálvár á sendistovuni og nú havi eg havt mín síðsta arbeiðsdag 🥺❤️
Eg eri ómetaliga glað fyri, at eg fór avstað. Fyrsta arbeiðsdagin verði eg møtt av Elsbu og sendikvinnuni Hallu, ið tóku SO væl ímóti mær. Eg havi upplivað so nógv ímeðan eg havi verið her og eg havi ment meg so nógv báði fakliga og persónliga. Fyri at nevna okkurt út av einari rúgvu, so var eg á vinnuferð í Føroyum við stórari íslendskari sendinevnd innan bláa tilfeingisvinnu, har eg slapp av vera stórur partur av fyrireikingini og sjálvari vinnuferðini. Eg eri so takksom fyri ta stóru ábyrgd eg havi fingið og harvið fingið møguleika til at veruliga royna meg. Sendikvinnan hevur verið ótrúliga fyrimyndarlig og tikið meg við til alt sum hon kundi. Eitt nú var eg hjá forsætisráðharranum til frokost, saman við løgmanni v/embætismonnum hansara. Í sambandi við praktikantforum, havi eg verið á vitjan hjá forseta Íslands, NATO-basanum, hægsta rætti og í altinginum. Umframt alt hetta, skilji eg nærum alt íslendskt og klári meg fínt at samskifta á íslendskum eisini, sum bara er eitt bonus 🙏🏼🥳
Samanumtikið, hevur tíđin á sendistovuni veriđ gull verd. Eg fari at sakna sendikvinnuna Hallu og ritarin Elsbu heilt ótrúliga nógv. Tær hava upp á allar mátar verið fantastiskar at arbeiða saman við. Takk fyri tykkum. Takk fyri tíðina á sendistovuni. Vit síggjast heldigvís, tá eg komi aftur ein túr í august 🇮🇸
Eg havi gjørt eitt lítið sjónband, ið vónandi gevur ein feril av hvussu áhugavert og stuttligt tað er at vera starvslesandi á sendistovuni í Reykjavík 🌸"
Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli skulu sendast til
Umsókarfreistin er á middegi
17 Feb 2023
© copyright 2022 by hugarok.fo
Vit nýta farspor (cookies) á heimasíðuni fyri at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu.