Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á eini sendistovu. Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóða felagsskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningum og leita eftir upplýsingum.
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um útbúgvingarstovnurin góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgvingini.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.
Starvsstaðurin er á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík ella Tel Aviv.
Sendistovurnar eru skipanarliga partur av Uttanríkistænastuni, ið er deild í Uttanríkis - og vinnumálaráðnum.
Gev gætur, at tað ikki altíð ber til hjá øllum sendistovunum at taka inn starvslesandi.
Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli skulu sendast til
Umsókarfreistin er á middegi
30 August 2024
Vit nýta farspor (cookies) á heimasíðuni fyri at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu.